140x140

OSS

Hvat krevst av umsókn míni?
Hvat er ein servituttur?
Hvussu langa tið tekur tað at fáa frábytt eitt grundstykki?
Hvat kostar tað at fáa matrikulerað eitt grundstykki?
Hvat er eitt matrikulkort?
Hvat er eitt máliblað?
Hvussu fái eg at vita, hvør eigur rættin til ein veg?
Hvussu beri eg meg at, tá ogn mín skal býtast sundur?
Hvussu síggi eg um veðhald (pant) ella aðrar byrðar eru á eigindóminum?
Hvør eigur eitt grundstykki?
Hvør er adressan á ávisum eigindómi- matrikulnummari?
Hvussu komi eg í samband við tann, sum hevur ábyrgdina av tí, eg skal spyrja um?
Hvar kann eg keypa teldutøk matrikulkort?
Hvar finni eg umsóknarblað?

Hvat krevst av umsókn míni?

Umsókn um t.d. sundurbýti av eigindómi skal vera undirskrivað av øllum pørtum, t.e. fyrst og fremst av øllum eigarunum. Ein frágreiðing um endamálið við broytingini skal vera givin.Kommunan skal altið ummæla umsóknina.

Er talan um flyting av vídd frá einum eigindómi til annan, skulu evt. veðhavarar í ognini játta, at flytingin kann fara fram.

 
Hvat er ein servituttur?

Servituttur ella byrða er løgfrøðiligt hugtak fyri, hvussu eigaran á einum matrikulnummari við semju kann fáa rættindi á aðrari ogn. Til dømis at bruka ogn hjá grannanum, fyri betur at kunna nýta egið matrikulnummar (dømi: atkomuvegur til almennan veg).

 
Hvussu langa tið tekur tað at fáa frábytt eitt grundstykki?

Málsviðgerðartíðin kann vera ymisk, alt eftir teim ítøkiligu umstøðunum í málinum. Ein vegleiðandi málsviðgerðartíð er ímillum 6 og 12 mánaðir.

 
Hvat kostar tað at fáa matrikulerað eitt grundstykki?

Tað velst um so nógv: støddina á stykkinum, marknaðarvirðið og hvussu nógv skal gerast burturúr sjálvum sundurbýtinum.  Skulu uppmátingar gerast og mark setast, ávirkar tað eisini kostnaðin av matrikuleringini. Alt eftir umstøðunum so kostar frámatrikulering av einum vanligum grundstykki, sum er 500 m2 til víddar, úr 10.000 og upp í góðar 25.000 krónur.

 
Hvat er eitt matrikulkort?

Matrikulkortið er eitt løgfrøðiligt kortverk, sum vísir matrikulnummar, mark millum tey og møguligar servituttir og eisini mark millum bygdir. Matrikulkortið kann síggjast á www.foroyakort.fo, hagani tað eisini ber til at prenta tað.

 
Hvat er eitt máliblað?

Eitt máliblað er eit kort við mátum og longdum millum mørk og øðrum líknandi upplýsingum. Avrit av máliblaði fæst við at venda sær til deildina Lendi. Tað er tó ikki altíð, at Umhvørvisstovan hevur tøkar upplýsingar um mát á øllum mørkum.

 
Hvussu fái eg at vita, hvør eigur rættin til ein veg?

Um vegurin er vístur á matrikulkortinum, kann Umhvørvisstovan upplýsa, nær og hví vegræatturin er komin á matrikulkortið.

Um tygum vilja vita um ein vegrættur er tinglýstur, vinarliga setið tygum í samband við Tinglýsingardeildina hjá Umhvørvisstovuni. Klikk her fyri at fáa meira at vita.  

 
Hvussu beri eg meg at, tá ogn mín skal býtast sundur?

Ger tær greitt, hvat endamálið við sundurbýtinum er, og kanna so um hetta ber til. Kommunala byggisamtyktin er avgerandi, og somuleiðis atgongd til almennan veg. Spyr hjá kommununi. Aðrar bindingar kunnu vera. Kanna hjá Tinglýsingini. Klikkja her fyri at fáa meira at vita um tinglysingini.

Umsóknarblað fæst her á heimasiðuni ella hjá kommununi.

 
Hvussu síggi eg um veðhald (pant) ella aðrar byrðar eru á eigindóminum?

À tinglýsingini ber til at fáa upplýst um veðhald ella aðrar byrðar (bindingar) eru tinglýstar á eingindomin. Klikkja her fyri at fáa meira at vita.

 
Hvør eigur eitt grundstykki?

Tú skalt kenna matrikulnummarið, spyr siðani á tinglýsingini, sum er partur av Umhvørvisstovuni. Vegleiðandi upplýsingar eru á heimasiðuni www.kortal.fo. Har kunnu tygum á korti leita eftir økjum, og sláa upplýsingar upp um einstøk matrikulnummur.
Fleiri heimasíður hjá kommunum hava eisini slíkar tænastur.

 
Hvør er adressan á ávisum eigindómi- matrikulnummari?

À foroyakort.fo ber til at leita eftir økjum, matrikulnummari og at seta ymsik kort saman. Slá matrikulnummarið upp og tendra t.d. fyri matrikulkortinum (Gøtunøvn/nummar). Fleiri kommunur hava heimasiður við slíkari tænastu.

 
Hvussu komi eg í samband við tann, sum hevur ábyrgdina av tí, eg skal spyrja um?

À heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja, hvør hevur ábyrgdina av ymsu økjunum í landinum.

Klikk her fyri at síggja arbeiðsøkini.

Klikk her fyri at síggja telefonnummar hjá starvsfólkum.

 
Hvar kann eg keypa teldutøk matrikulkort?

Setið tygum í samband við Kort og skráir á Umhvørvisstovuni.

Kostnaðurin fyri teldutøk matrikulkort (vektorkort) er:
Avgreiðslugjald 2000 kr. + 20 kr. fyri hvønn lutin.

 
Hvar finni eg umsóknarblað?

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at finna og prenta umsóknarbløð.

Klikk her fyri at finna oyðubløð.

 

Ofta spurt